Jólahugni í Tøkum Lætt

Mynd: Óli A. Reinert á Geilini
Sunnukvøldið 15. desembur verður jólahugni í Tøkum Lætt. Hetta er seinasta dansikvøld áðrenn jól, og tí verður gjørt eitt sindur meira burturúr teimum søtliga angandi kakunum, ið krásadeildin í Tøkum Lætt setur fram á borðið.
Jólabakstur og mandlurís kunnu njótast undir gómanum, so børn og vaksin hava okkurt at gleða seg til.
Barnadansurin byrjar sum vanligt klokkan 18:30 og dansurin fyri vaksin klokkan 19:30.
Kanska verður kvøðið okkurt av tí, ið hevur verið á skránni, men sum vit ikki hava fingið í lag at kvøða í heyst.
“Har mundi bæði matur og drekka flytast fram á borðið....”

 

Tags: