Dansað verður aftur 5. januar.

Mynd: Óli A. Reinert á Geilini
Dansað verður aftur 5. januar í Skansastovu. Barnadansurin byrjar klokkan 18.30 og dansurin fyri vaksin klokkan 19.30.
Nú styttist til upptøkur skulu gerast til Sjónvarpið, og tí er ætlanin at kvøða nøkur av teimum kvæðum, ið skulu takast upp; millum annað Brúsajøkil og Brókatátt.
Upptøkurnar verða 25. januar.
Annars verður sum vanligt ein matarsteðgur, har ein søtur biti kann njótast undir gómanum.

 

Tags: