Føroyskur dansur í Sjónleikarahúsinum 11. januar.

Mynd: Óli A. Reinert á Geilini
Nú farið er um trettanda kvøld jóla, skipar Tøkum Lætt aftur í ár fyri tí vælumtókta dansinum í Sjónleikarahúsinum. Hetta er 25. ferð, at felagið skipar fyri hesum dansinum, og hevur hann øll árini verið vælumtóktur millum kvæða- og dansifólk.
Tá stevna fólk saman úr øllum landinum fyri at dansa og kvøða og njóta hugnan millum vinir og kenningar, meðan kvæðini og vísurnar dynja undir lofti.
Tá vakna hesar fornu søgur um hetjur, ást og orrustur úr dvala og gerast livandi, meðan dansiringurin spakuliga flytir seg um gólvið. Í eygnabránum á fólki hómast drama og spenningur, tá Einar Tambarskelvur í krapparrúminum á Orminum Langa spennir bogan á triðja sinni og ætlar at raka Eirik Jall.
Í skýmligu roykstovuni hjá Torgrími Illa í Sandvík situr Tróndur hin gamli við rúnarkelvinum í hendi og manar upp teir tríggjar, Sigmund, Tóra og Einar. Tað er ikki bara stuttleiki at sita undir loftstokkunum harinni, tá hamurin av Tóra leggur hendurnar niður á træverkið, meðan sjógvurin streymar úr honum, ella tá Sigmundur brestir hurðina so harðliga upp, at alt er um at ganga í grund.
Í Húsagjógv í Vágum situr huldukonan við eldin, meðan stakkurin liggur á bliki uttanfyri í sólini. Ikki varnast hon, fyrr enn ov seint er, at seyðamaðurin á Sondum hevur tikið stakkin og ríður avstað við honum á hesti sínum, men so tekur hon eisini til beins og fer glorvandi áftan á honum...
Dansurin byrjar klokkan 22.00, og einaferð eftir midnátt bjóðar Tøkum Lætt øllum smurt breyð .

 

Tags: