Aðalfundurin er útsettur eina viku

Mynd: Óli A. Reinert á Geilini
Aðalfundurin í Tøkum Lætt, sum lýstur varð at verða sunnukvøldið 11. oktobur, er útsettur eina viku.
Aðalfundurin verður tí sunnukvøldið 18. oktobur klokkan 20.00 í Skansastovu.
Heystferia er, og mong eru burturstødd. Skansastova er eisini nýliga málað, og har luktar framvegis nógv av máling. Tí varð hildið rættast at útseta fundin eina viku. Tað verður tó eisini spennandi at síggja, hvussu skansastova nú sær út, eftir at máling er smurd á veggirnar.
Tags: