Dansað verður aftur sunnukvøldið 24. januar
Latið inn hevur Óli A. Reinert ... hin Frí, 22/01/2021 - 17:30
Dansurin byrjar nú aftur í Tøkum Lætt. Vegna koronusmittuna hevur ikki verðið dansað eina tíð, men sunnukvøldið 24. januar verður bæði barnadansur og dansur fyri vaksin. Barnadansurin byrjar klokkan 18:30, og dansurin fyri vaksin byrjar klokkan 19:30.
Ætlandi verður kvøðið úr skránni til tey bæði kvøldini, tá dansurin varð avlýstur; tað var 10. og 17. januar.
Koronatilmælini í sambandi við dansin eru eitt sindur broytt, tó ikki nógv. Tey nýggju tilmælini eru soljóðandi:
Leiðreglur viðv. føroyskum dansi fram til páskir 2021 (til og við 4. apríl 2021)
Heystið 2020 vóru leiðreglur gjørdar av nevndini í Sláið Ring í samstarvi við koronaráðgevingina og vórðu tær einmælt viðtiknar á aðalfundi hjá Sláið Ring 12. september 2020. Leiðreglurnar hava riggað serstakliga væl og takkar nevndin í Sláið Ring feløgum og einstaklingum fyri, at tey hava tikið støðunaí størsta álvara. Orsakað av ringu støðuni, ið enn er úti í heimi, hevur nevndin í Sláið Ring avgjørt at leingja leiðreglurnar fyribils fram til páskar – og at herða tær eitt vet, so fólk, ið hava havt samband við fólk í heimauppihaldi ella sóttarhaldi, heldur ikki mugu dansa. Í samráð við koronaráðgevingina hava vit eisini valt at seta markið á luttakarum niður á 50 fólk. Nevndin heitir enn staðiliga á feløgini um at taka støðuna við koronasmittuni í størsta álvara og at øll fylgja hesum leiðreglum til fulnar.
• Eingin almennur dansur
• Tað savnast ikki fleiri enn 50 fólk – hetta er meint sum eitt absolutt hámark, best er sjálvandi um tað eru væl færri
• Dansifeløg fara ikki á vitjan hjá hvørøðrum (dansifeløg, ið vanliga dansa saman, kunnu tó halda fram við tí, um øll hini fyrilitini verða aktað)
• Dansifeløg bjóða ikki øðrum feløgum í veitslu
• Frámælt verður at dansa, um aktiv leys smitta hevur verið í Føroyum seinastu 14 dagarnar
• Hevur onkur sjúkutekin, so eigur viðkomandi ikki at dansa
• Hvørja ferð dansað verður, verður dagbók førd við luttakarunum – dagbókin skal sjálvandi goymast
• Hendur verða væl sprittaðar áðrenn og aftaná at dansað verður, nokk av sprittdispensarum eiga at standa frammi
• So vítt møguligt skal man leiða tey somu fólkini – og tá tað er møguligt, so halda seg tætt at teimum, ið man annars er tætt at í tí dagliga (t.d. fólk úr sama húski)
• Fær onkur, ið hevur dansað føroyskan dans, staðfest korona, so skulu fyriskipararnir fáa boð um hetta øll støð, har viðkomandi hevur dansað seinastu 14 dagarnar undan staðfestari smittu (hetta skal sjálvandi gerast eftir samráð við landslæknan)
• Roynast skal at ikki kvøða upp í andlitið á hvør øðrum, og somuleiðis ikki bróta ring ov nógv
• Dansast skal heldur í einum stórum rúmi enn lítlum rúmi, so nógvir rúmmetrar av luft eru, har dansað verður
• Fólk, ið hava verið uttanlands, skulu bíða 14 dagar við at dansa føroyskan dans – hóast negativa test við komu til Føroya og/ella 6. dag eftir komu
• Fólk, ið hava havt samband við fólk, ið eru í heimauppihaldi ella í sóttarhaldi (ella á annan hátt hava øktan vanda fyri at bera smittu), eiga ikki at dansa føroyskan dans so leingi sum heimauppihaldið ella sóttarhaldið hjá viðkomandi kontaktpersóni stendur við
• Um dansiframførslur eru fyri ferðafólki ella øðrum, so verður staðiliga frárátt at hesi taka lut í dansinum
Gevast skal gætur, at av tí at vit ikki kunnu halda almennu tilmælini um frástøðu er sumt strangari enn vanligu tilmælini. Tað er av størsta týdningi at hetta verður gjørt øllum greitt og at øll akta hesar reglur.
Tórshavn, 19. januar 2021
Sláið Ringv/ Gunnari Restorf