Dansurin fram til føstulávint
Latið inn hevur Óli A. Reinert ... hin Frí, 29/01/2021 - 19:48
Støðan viðvíkjandi koronasmittuni í Føroyum er góð í løtuni. Tí er ætlanin at dansa hvørt sunnukvøld fram til føstulávint. Dansurin varð avlýstur nøkur sunnukvøld herfyri, so nú er møguleiki at vinna eitt sindur inn aftur av tí, ið tá varð mist.
Sunnudagurin í føstuinngangi er 14. februar, so tað er ikki talan um so mong sunnukvøld aftrat í vetur, men tey eru so trý í tali; tey eru 31. januar, 7. februar og 14. februar.
Ætlanin er so at dansa øll hesi kvøldini; tó verður eingin barnadansur tann 14. februar. seinasta kvøldið við barnadansi í vetur verður sostatt 7. februar. Annars byrjar barnadansurin sum vanligt klokkan 18:30 og dansurin fyri vaksin klokkan 19:30. Í steðginum kunnu øll njóta ein drekkamunn við søtligum krási undir gómanum og hugna sær við práti og samveru við onnur.
Kvøðið verður kanska eisini úr skránni til tey kvøldini, tá dansurin varð avlýstur, men annars er orðið frítt.
Sjúrður svørð úr slíðra dre:gur, / tað syngur í gyltum ringi: / ”Hetta er tað fyrsta sár, / eg havi í víggi fingið.”