Barnadansistevna í Jyllandi

Mynd: Óli A. Reinert á Geilini
Í samband við barnadansistevnuna, sum ætlandi verður í Jyllandi í summar, verður skipað fyri fundi í Skansastovu leygardagin 20. mars. Fundurin verður klokkan 17.00.
Ætlanin við fundinum er millum annað at vita, hvussu stórur áhugin er fyri at fara til Danmarkar við børnunum. Tí verður heitt á øll, ið hava áhuga fyri hesum tiltaki, at møta á fundinum ella venda sær til Signhild Johannesen á telefon 22 13 36.
Her niðanfyri er eitt video frá Sláið Ring, har meiri fæst at vita um stevnuna.
Tags: