Dansað verður aftur sunnukvøldið 11. apríl.
Latið inn hevur Óli A. Reinert ... hin Mán, 19/04/2021 - 14:31
Páskirnar eru nú farnar afturum, og dagarnir ljósna. Hóast kavin liggur tjúkkur um landið síggjast vártekin í haga og á bøi. Tey fyrstu lombini eru komin, og tjøldrini hoyrast klippa millum kavaælini, meðan smáfuglarnir skavast millum húsini, leitandi eftir onkrum at taka upp í nevið.
Ætlanin er at dansa aftur í Skansastovu sunnukvøldið 11. apríl. Hesaferð byrjar dansurin klokkan 20:00, og eru øll vælkomin. Mint skal tó verða á, at vit framvegis halda okkum til Korona-tilmælini.
Í steðginum kunnu fólk njóta ein drekkamunn við søtligum krási at leggja undir góman og hugna sær við práti og samveru við onnur.
“Kavaguva av fjøllum stóð,/ rok á firði mól. / Teir komu inn at landinum,/ men har var einki skjól.”
Tøkum Lætt