Havið gott stev, nú vilja vit dansa..

Mynd: Óli A. Reinert á Geilini
Seinasta sunnukvøld var dansur í Tøkum Lætt, og nógv fólk møttu upp. Kvæðini rungaðu undir lofti, og ikki vórðu skógvarnir spardir.
Dansihugurin tykist vera góður í løtuni, og tí verður aftur dansað komandi sunnukvøld tann 25. apríl.
Byrjað verður klokkan 20:00 og ætlanin er at kvøða Huldugentuna og Torkils døtur umframt aðrar vísur og kvæði.
Ein drekkamunnur við søtligum krási er sjálvsagt eisini ein partur av dansikvøldinum.
Snarliga buðu teir sínari ferð/ við albrynjaðar hestar;/ riðu so í Runsival,/ at verøldin sýntist bresta.
Tags: