Dansinátt í Kvívík

Tøkum Lættarir byrjaðu dansiveturin í ár - líka sum so ofta fyrr - við at fara til Kvívíkar at dansa.Norðstreymoyar Dansifelag setti aftur í ár gongd á. Hesa ferð var gleðiligt at síggja vøkru gomlu Dansistovuna sum tey hava sett í stand. Hon angar av ný ístand setan og innkomin sá man hvussu hegnisliga hon var umvæld. Tað gamla góða var varðveitt og nýggjur køkur og nýggj toilett hegnisliga uppsett. Hon tykist vera væl egna til føroyskan dans.Vit blivu væl móttikin sum altíð og longu tá vit komu úr bussinum ljómaði Gullbrands kvæðið líka út í tún. Hetta er eitt frálíkt kvæðið at byrja við eitt slíkt kvøld og vísti tað seg eisini sum kvøldið leið at vit eiga nógv góð kvæði. Gullbrandssynið á baki komu Torkils døtur, Streingirs og Sniálvs vísur, Kjartan Ólavsson, Vaagen, Brestis kvæðið og Vågenat.Tá kvøldið var hálvrunnið blivu vit boðin til kvøldarmat og gott lag var á mangari kvinnu og mongum manni. Prátið gekk so lystiliga; -hugleiðingar heilt aftur í barnaár og fram til hendan dag. Tað bleiv gingið ímillum borðini og sjónligt var at fólk vóru fegin um at hittast aftur. Um enn tosa var nógv so fór hendan nátt ikki aftur um bak fyrr enn ein grind var hildin til af raske drenge, ein annar drongur droymdi seg til tá hann verður stórur og hvørji roysnisverk hann ætlaði sær at útinna og ein ung moy møddist av at spinna nú kvøldini gjørdust myrk og long og vildi hon heldur í dans.  Hetta var eitt hugaligt kvøld og eiga Norðstreymoyingar eina tøkk uppiborið fyri hesa dansinátt, sum endaði so hegnisliga við Orminum Langa fyri okkara viðkomandi. So fór bussurin hjá okkum leiðina aftur til Havnar. Vit sótu í bussinum, sungu eitt sindur og smá prátaðu. Og okkara millum var einki at ivast í: -Aftur í ár ein stak góð byrjan uppá dansi veturin.

Tags: 

Viðmerkingar

Ja, tad var ein fínur túrur:)

ein sera góður túrur

Randi Olsen