Tað verður eingin dansur trettandakvøld

Mynd: Óli A. Reinert á Geilini
Heldur ikki í ár verður nakar dansur trettanda kvøld. Sum støðan er við koronu í løtuni vita vit ikki, nær dansað verður aftur, men møguliga verður skipað fyri einum størri dansikvøldi seinni.
Trettandu nátt jóla leita kóparnir sær annars upp á land, fyri at dansa og skemta sær í vetrarmyrkrinum. Einki er frætt um, at teir hava avlýst dansin. Tað er nógv brim í løtuni, so nógvastaðni man vera trupult at dansa hjá teimum, men teir eru vist vanir við mangt ódnarveðri á vetrardegi.
Vónandi broytast tíðirnar til tað betra, so vit aftur kunnu hittast í kátum dansilag, har kvæðini runga undir lofti. Tá kunnu vit aftur ríða út av Fraklandi við tólvjavningunum og Rólant Jalli. Tá kunnu vit aftur fara á Glitrarheiði við Sjúðra Sigmundarsyni, og tá kunnu vit aftur draga Ormin Langa úr neysti við buldri og braki og seta segl út í havið saman við Ólavi Trygvasyni og Einari Tambarskelvi. Tá verða skógvarnir ikki spardir. Gott nýggjár øll somul.
Tags: