Limabræv 2022
Tórshavn 25. 10. 2022
Góðu limir
Ársaðalfundur okkara varð hildin í Skansastovu tann 16. oktober og væl av fólki møtti upp til fundin.
Randi og Jóna stóðu fyri vali, men aftaná nógv ár í nevndini valdi Randi at gevast sum kassameistari. Vit fara at takka Randi fyri tað stóra arbeiði, hon hevur gjørt fyri Tøkum lætt í so mong ár. Ólavur Lydersen, sum hevur verið eykalimur í nøkur ár, loysir nú Randi av. Nevndin er nú Andreas, Jóna og Ólavur.
Í eykanevndini var eisini broyting, tí Óli fór eisini frá. Í eykanevndini eru nú: Einar Martin, Bergar og Elin Maria.
Grannskoðararnir eru teir somu, Roar Olsen og Bjarni Rasmussen.
Umboð okkara í Sláið Ring er Andreas og eyka umboð er Ólavur.
Í veitslunevndini varð ongin broyting hon er: Elsy, Sunneva, Poula og Lona.
Limagjaldið er tað sama, t.e. 200 kr. fyri støk og 300 kr. fyri pør. Vinaliga flytið limagjaldið á konto: 9181 445.127.0 í Betri Aftur hesin dansivetur var merktur av Corona, næstan øll tiltøk við øðrum dansifeløgum vóru avlýst. Men kortini vóru vit boðin til blíðskapskvøld hjá Eysturoyar dansifelag. Tað var gott at sleppa at dansa við eysturoyingum. Tey hava bjóðað okkum aftur í ár, sum tit síggja í skránni. Tað gleða vit okkum til:) Hóast Corona møttust vit næstan hvørt dansikvøld, okkurt fór burturímillum. Fyri tað mesta vóru vit eini 30 fólk, og fyri tað mesta tey somu. Vit ætlaðu at hava 2 hugnakvøld, men tíverri máttu vit avlýsa tað eina, sum var áðrenn jól, tí Corona brast á aftur. Men vit høvdu eitt í februar, tað eydnaðist væl. Av tí at Corona hevði órógvað nokkso nógv áðrenn jól, bleiv dansað longri enn vanligt aftaná føstuna. Vit høvdu fleiri góð danskvøld, har hampuliga nógv fók møtti. Samstundis vandu vit tey kvæði, sum vit kvóðu til sjónvarpsupptøkuna í mai.
Upptraðkingar hava verið serstakliga nógvar í ár, vit hava verið nógv ymisk støð runt í býnum, eisini umborð á onkrum skipi.
Uppskot kom á aðalfundinum um at seta eitt kvøld av til brúðarvísir, og eitt til dansispøl og eitt táttakvøld. Sum er, dansa vit annaðhvørt sunnukvøld, og skráin er nokkso pakkað. Vit hava tí hugsað, at vit skulu at brúka onkur av hinum sunnukvøldunum, har vit ikki dansa, til hesi kvølduni. Tað koma tit at hoyra meira um seinni.
Vit hava lagt 2 hugnakvøld á skránna í ár. Tað fyrra verður tann 12. november, har felagið bjóðar grýturætt og okkurt omaná. Allur maturin er ókeypis. Neyðugt er, at fólk tekna seg til tiltakið, tekningarlistin liggur frammi næsta dansikvøld.
Sum tit vita, so hava vit eina heimasíðu www.tokumlatt.fo. Vit royna at fáa lagt allar upplýsingar og kunningar út har. Tað tekur Óli á Geilini sær av.
Vit hava upprættað ein Facebook-bólk, sum einans er fyri limir í dansifelagnum Tøkum Lætt, hann eitur Tøkum lætt limir. Hesin bólkur verður meira og meira brúktur til at leggja boð út á, hetta er ein sera lættur máti, at geva skjót boð til øll. Sum er, er minni enn helvtin av Tøkum lætt limir í hesum bólki, og tað er for lítið. So eg vil heita á tykkum, sum ikki enn eru limir har, at gerast limir. Um tit hava brúk fyri hjálp til tað, sigið so nevndini frá.
Hjálagt er nýggja skráin hjá Tøkum Lætt. Skráin fyllir umleið helvtina av kvøldinum. Fyrsta kvæðið er altíð beint aftan á kaffisteðgin. Annars eru fólk altíð vælkomin at skipa tað, tey hava hug til.
Næsta dansikvøld okkara verður sunnukvøldið tann 6. november. kl.19.30 Barnadansurin er byrjaður og verður hvørt sunnukvøld. Einar Martin stendur fyri barnadansinum í ár, og hann vil fegin hava stuðul frá tykkum, m.a. til at lesa søgur.
Við hesum ynskja vit tykkum øllum ein góðan dansivetur.
Nevndin í Tøkum Lætt