DANSUR OG ÚTFERÐ Í SUÐUROY

Tøkum Lætt fer ein túr til Suðuroyar komandi vikuskifti. Farið verður úr Havn við Smyrli fríggjadagin 28. apríl og norður aftur 30. apríl. Gist verður tvær nætur á Hotel Ørðavík. Tað eru fleiri, íð hava teknað seg til túrin, men nøkur pláss eru eftir enn. Hevur tí onkur annar eisini hug at koma við, so ber til at spyrja seg fyri hjá nevndarlimunum. Leygardagin 29. apríl verður útferð við bussi, har koyrt verður runt í oynni og steðga Ymsastaðni. Suðuroyggin er vøkur og søgurík, og nógvar eru sagnirnar um bæði sjórænarar og gandakellingar. Eisini hevur Suðuroyggin fostrað manga kvæðakempuna, og tiltiknir eru sumbingar fyri sítt serstaka dansilag. Leygarkvøldið verður tí farið upp á gólv í Jómsborg, har dansað verður saman við Suðuroyingum.
"Eg hoyri dans í stovu ganga,
hoyri kappakvæðið langa...."
Tags: