Fyrsta dansikvøldi hjá Tøkum Lætt veturin 2013/2014

Nú hevur fyrsta dansi kvøld hjá Tøkum Lætt verið,eitt frálíkt kvøld. Byrjað varð við barnadansinum kl 19, fyrst vóru barnarímur kvøddar. Síðan var ein søga søgd, hesu ferð kvæðið um Harra Pætur og Elinborg  við tí fyri eygað at børnini í Tøkum Lætt fara at læra seg hetta í vetur.Seinni byrjaði vaksnamannadansurin, fleiri nýggj andlit vóru at síggja og tað er at fegnast um.Byrja varð við løttum kendum kvæðum og aftaná steðgin, sum vanligt er, við einum drekkamunni og góðum heimabakaðum afturvið, skipaði Helga Hermansen Kjartan Ólavsson, eitt sera gott og ríkt kvøld!

Tags: 

Viðmerkingar

Sera hugnaligt at síggja og hoyra børnini. Ein fragd at hoyra hvussu skjótt tey læra kvæðini. Tey eru heldur ikki bangin fyri at leggja alla orku í at kvøða:)