JÓLAHUGNI SUNNUKVØLDIÐ 15 DESEMBER Í TØKUM LÆTT

Komandi sunnukvøld er seinasta dansikvøld áðrenn jól, og vit ætla at hava tað eitt sindur jólaligt tá. Vit dansa sum vanligt tann fyrsta tíman, so í kaffipausuni seta vit borð upp og fáa okkurt jólaligt afturvið kaffinum. Vit fara eisini at syngja jólasangir, Páll spælir harmoniku og Astrid guitar. Komið og hugni tykkum saman við okkum:)
Tags: