SERA GÓÐUR DANSUR ANNAÐ JÓLAKVØLD Í REINSARÍNUM!
Latið inn hevur Jóna Maria hin Ley, 28/12/2024 - 22:19
Føroyski dansurin 2. jólakvøld á Reinsarínum var sera væl vitjaður. Har streymaði fólk til alt kvøldið, og har vóru fleiri góður skiparir, og dansurin gekk so lystiliga til langt út á náttina. Tað var eisini hugaligt at síggja at tað var ein góð blanding av bæði ungum og tilkomnum. Vit í Tøkum lætt eru sera takksom fyri, at so nógv fólk stuðla tiltakinum og vísa føroyska dansinum áhuga:)
- Rita inn ella skráset teg til at gera viðmerkingar