Vit dansa sunnukvøldið 19. januar kl. 19,30

Síðsta sunnukvøld var sera góður dansur, rímiliga nógv fólk møttu bæði í vaksna og barnadansin, hóast ringa veðrið.  Vónandi verður eisini góð uppmøting komandi sunnukvøld, har eru fleiri spennandi kvæðir á skránni, og eisini fleiri av teimum eitt sindur lættari:)  Millum annað kvøða vit ein part av Regin smiði og ein part av Jalgrímskvæðum. Sí annars okkara heimsíðu:  www.tokumlatt.fo  Tekningarlistin til dansikvøld á Eiði liggur frammi, síðsti møguleiki at tekna seg.

Tags: