Ger kvetti, keyp Føroya Kvæði fyri einans kr 1000,-

 

Landsdansifelagið Sláið Ring boðar frá, at serlig avtala er fingin í lag við Bókadeild Føroya Lærarafelags (sum rekur søluna av Føroya Kvæði), um at allir limir í føroysku dansifeløgunum nú kunnu ogna sær øll 37 bindini av Føroya Kvæði fyri líti og einki. Prísurin var fyrr umleið kr 5000,- men nú seljast skal út, er prísurin settur niður til einans kr 1000,- fyri limir í dansifeløgunum.

 

Talan er um avmarkaða nøgd, og longu nú frættist at efturspurningurin er stórur. Tí ræður um at bíleggja Føroya Kvæði sum skjótast. Útlit eru ikki fyri, at Føroya Kvæði verður uppafturprentað.

 

Føroya Kvæði kann bíleggjast hjá Jónleif Johannesen formanni í Sláið Ring fram til 18 Januar 2014. Bíleggingin fer fram við at senda ein teldupost til jonleif.johannesen@skulin.fo. Føroya kvæði verður so limunum í hendi umleið 1. Februar 2014.

 

Føroya Kvæði er sera hent ogn hjá kvæðafólki og ein skattur hjá komandi kvæða-ættarliðum at kunna blaða í. Kvæðauppskriftirnar eru mangar og fjølbroyttar. Føroya Kvæði er eisini sera vanligur prýðislutur á heimligu bókahyllunum runt um í Føroyum. Settini, sum enn eru eftir, verða seld eftir “først til mølle-princippinum.”

 

Tags: