Trettanda kvølds dansur í Sjónleikarahúsinum

Óli A. Reinert á Geilini's picture

Trettanda kvøld jóla var gamalt dansikvøld mangastaðni í Føroyum. Umframt jóla- og nýggjársbygdir vóru tað eisini sokallaðar trettanda bygdir.Tá komu fólk úr grannabygdunum hagar at dansa og hugna sær saman við bygdarfólkunum,  og  fyri mong hevur hesin siður at vitja aðrar bygdir fyri at skemta og hugna sær saman við vinum og kenningum kanska verið eitt kærkomið høvi at leggja tað gerandisliga strevið eitt sindur til viks, nú hávetur  var.

 

6. januar er sum kunnugt trettandi dagur jóla. Gomul søgn er, at tá leita kóparnir sær upp á land fyri at skemta og spæla. Teir lata  seg úr haminum og líkjast tá fólki. Teir fremja leik og dans á helluni við sjóvarmálan alla náttina, og ikki fyrr enn tað degnast í eystri lata teir seg aftur í hamin og fara á sjógv.  

 

Aftur í ár skipar Tøkum Lætt fyri trettanda dansi, og er hetta vist 20. árið á rað, at so er. Tær modernaðu tíðirnar gera tað tó trupult at dansa ein vanligan gerandisdag mitt í viku, so tað verður í staðin dansað leygardagin 11. Januar. Tey seinastu mongu árini hevur verðið dansað í sjónleikarahúsinum, og soleiðis  verður eisini  í ár. Hesin dansur hevur verið væl umtóktur millum dansifólk, og úr øllum landinum hava fólk leitað sær til Havnar í dans, og øll eru vælkomin. 

Dansurin byrjar kl. 10 um kvøldið, og tá liðið er eitt sindur á náttina er smurt breyð at fáa.

 

Tags: 

Comments

Eftir at hava smurt eina rúgvu av breyði, og kókað enn fleiri egg til dansifólkini um dagin, hittust vit aftur kl.10 um kvøldið at dansa og kvøða. Nógv fólk og góður dansur. Vit hildu á til umleið kl. 4, so kvøldið var gott!

HH