Nýggjársdansur í Dali

 

  Sum vanligt hevur verið hesi seinastu árini, bjóðaði Stígum Fast til dans í Dali nýggjárskvøld. Vit vóru nøkur frá Tøkum Lætt, sum fóru avstað og fleiri onnur, bæði av bygd og úr bý, gjørdu tað sama. Teistin fór av Gomlurætt kl. 17.15 og legði inn í Hesti á vegnum til Skopunar. Hestur er nýggjársbygd, og hava tey bygdaveitslu nýggjárskvøld. Nøkur fólk fóru upp í Hesti. Í Skopun stóð bussur fyri okkum, vit mundu vera eini 20 í tali; síðani varð koyrt til Sands, har eini 15 fólk komu uppí, so bussurin var nærum fullur, tá vit koyrdu av Sandi. Hesi mongu fólkini, saman við teimum, ið vóru í Dali, fylti væl upp í Eiriksgarð. Vit byrjaðu við at fáa okkum kaffi og so varð farið upp á gólv. Dansurin gekk væl, og nógv var kvøðið, tá vit kl. 22.00 aftur settu okkum í bussin á veg aftur til Skopunar. Vit takka Stígum Fast fyri eitt gott dansikvøld 

Tags: