Kunning um barnadansistevnuna 2014

Barnadansistevnan verður 22. februar í skúlanum á Giljanesi. Stevnan byrjar klokkan 10.00 og endar kl. 15.00.  Dansað verður í fimleikarhølllini og etið verður í ítróttarhøllini. Væntandi verða nógvir luttakarar, tí er neyðugt at skipa dagin soleiðis, at luttakararnir verða býttir í bólkar ein part av tíðini. Meðan ein bólkur etur døgurða, ferð ein annar túr við bussi. Koyrt verður til kirkjuna í Sandavági. Vit fara í kirkjuna og hyggja eisini at minnisvarðanum av Hammershaimb. Eftir tað gongur ferðin til kirkjuna í Miðvági. Vit fara í kirkjuna og hyggja eisini at minnisvarðanum av Mikkjal á Ryggi. Síðani fara vit inn í húsini í Beitinum, har Mikkjal varð føddur. Í Beitinum er møguleiki at fara uppá gólv. Bólkarnir skiftast soleiðis, at øll fáa høvi at vitja í Sandavági, Miðvági og at eta.

Vága Dansifelag samskipar barnadansistevnuna. Fyri at skipa dagin so væl sum gjørligt, er neyðugt hjá fyriskiparunum at vita, hvussu nógvir luttkarar koma á barnadansistevnuna. Tilmeldingarfreistin í Tøkum Lætt er 16 februar.

Stevnan er almenn og ókeypis. Sláið Ring rindar ferðakostnaðin fyri luttakandi dansifeløg

Vegna Sláið Ring og Vága Dansifelag