Submitted by Jóna Maria on Wed, 22/01/2025 - 12:57
Submitted by Jóna Maria on Sat, 18/01/2025 - 12:16
Barnadansurin byrjaði aftur síðsta sunnukvøld. Nógv børn møttu og tey hugnaðu seg óført:) Poppcornmaðurin var og vitjaði, og hann kemur aftur nú sunnukvøldið:)
Submitted by Jóna Maria on Tue, 07/01/2025 - 15:58
Submitted by Jóna Maria on Sat, 04/01/2025 - 11:17
BARNADANSURIN Í TØKUM LÆTT BYRJAR AFTUR SUNNUKVØLDIÐ TANN 12. JANUAR KL. 18.30
Í samband við 13. kvølds dansin í Sjónleikarahúsinum í kvøld verður ongin dansur í Skansastovu í morgin tann 5. januar.
Submitted by Jóna Maria on Wed, 16/02/2022 - 12:15
Barnadansur verður í Skansastovu sunnudagin 20. februar kl. 19. Tekningarlistin til landsdansistevnuna fyri børnum, sum verður á Eiði tann 30. apríl, liggur frammi. Øll eru hjartaliga vælkomin:)
TØKUM LÆTT
Submitted by Óli A. Reinert ... on Wed, 03/01/2018 - 11:28
Eftir at steðgur hevur verið í barnadansinum um høgtíðina byrjar hann nú aftur sunnukvøldið 7. januar.
Ein lítil broyting er gjørd í klokkutíðini, so dansurin nú byrjar klokkan 18.30.
Annars er alt við tað gamla, og øll eru vælkomin í dans, nú tað aftur ber móti ljósari tíðum.
Submitted by Óli A. Reinert ... on Tue, 29/11/2016 - 11:56
Seinasti barnadansurin áðrenn jól verður í Skansastovu 4. decembur klokkan 19. Í hesum sambandi verður gjørt eitt sindur meira burtur úr kvøldinum. Skipað verður fyri jólahugna, har børnini og onnur fáa okkurt gott undir tonnina, og sungnir verða jólasangir.
Submitted by Jóna Maria on Mon, 24/10/2016 - 13:57
Barnadansurin er byrjaður, vit hava longi dansað 2 kvøld! Tað fyrra kvøldið vóru ikki so nógv fólk, tí fyri tað fyrsta var tað í endanum av heystferiuni, og fyri tað annað vóru enn komfirmatiónir á skránni. Men tað seinna kvøldið vóru sera nógv børn og vaksin møtt, tað var ordiliga stuttligt:) Vit dansa aftur komandi sunnukvøld kl. 19 og annars hvørt sunnukvøld líka til føstu. Ein skrá verður løgd út her á heimasíðuna heilt skjótt.
Submitted by toekum_laett on Mon, 05/10/2015 - 10:24
Barnadansurin hjá okkum byrjar sunnukvøldið tann 18. oktober kl. 19, øll eru vælkomin.
Submitted by Rasmus Joensen on Wed, 26/02/2014 - 22:00
Leygardagin 22. februar var barnadansistevnan hildin á Giljanesi, Vága Dansifelag og Sláið Ring skipaðu fyri. Luttakaratalið lá um 400, børn og vaksin. Úr Tøkum Lætt vóru vit uml. 45.Dansað varð frá 10.30 til 11.45, tá summi fóru útferðir og onnur at eta. Vágabørn løgdu fyri, og síðani komu feløgini hvørt eftir annað. Vit kvóðu helvtina av Harra Pætur og Elinborg og Eg átti mær eina húgvu. Seinni kvóðu vit Bjerget og ymiskt annað,Millum tey, ið skipaðu, vóru fleiri ung. Og tað lá sera væl fyri, dansilagið, kvøðingin, rútman og kropsburðurin boðaðu frá góðum.
Pages