Barnadansurin - Barnadansistevnan

 Barnadansistevnan verður á Giljanesi leygardagin 22. februar kl. 10.00. Tey børn og vaksin, sum koma við, skulu tekna seg hjá Tøkum Lætt – Anna Jóanesardóttir, tlf. 312278, hetta so vit vita hvussu nógv koma við bussinum og hvussu nógv koyra sjálvi. Eisini fyri at fyrireikararnir skulu vit hvussu nógvir luttakarar verða. Sunnukvøldið 9. februar teknaðu fleiri seg, og møguleiki verður aftur komandi sunnukvøld hin 16, sum eisini verður seinasta dansikvøld í vetur, og tí verður eisini gjørt nakað meira burturúr en vanligt. Ábit við onkrum heitum og sunnkist og kaffi, er á skránni. Til barnadansistevnuna hava vit avgjørt at kvøða Harra Pætur og Elinborg, eisini verða á skránni: Bjerget ligger langt ud i skoven, Øskudólgur og sópingarkona, Nú liggur ein kavafonn.