Barnadansistevnan 2014
Submitted by Rasmus Joensen on Wed, 26/02/2014 - 21:36
Leygardagin 22. februar var barnadansistevnan hindin á Giljanesi, Vága Dansifelag og Sláið Ring skipaðu fyri. Luttakaratalið lá um 400, børn og vaksin. Úr Tøkum Lætt vóru vit uml. 45. Dansað varð frá 10.30 til 11.45, tá summi fóru útferðir og onnur at eta. Vágabørn løgdu fyri, og síðani komu feløgini hvørt eftir annað. Vit kvóðu helvtina av Harra Pætur og Elinborg og Eg átti mær eina húgvu. Seinni kvóðu vit Bjerget og ymiskt annað, Millum tey, ið skipaðu, vóru fleiri ung. Og tað lá sera væl fyri, dansilagið, kvøðingin, rútman og kropsburðurin boðaðu frá góðum. Her vóru fleiri, ið longu nú eru sera dugnalig og onnur, um tey halda á og fáa stuðul, eisini kunnu náa heilt langt. Tað verður spennandi at fylgja hesum framyvir. Rasmus Joensen