Veitslu-og sangkvøld leygarkvøldið 15. mars

Nú leygarkvøldið 15. mars fara vit í Tøkum Lætt og dansifelag Kaggans aftur at møtast til upptøku til songfløguna, sum flest tykkara sikkurt kenna nakað til. Hetta er jú triðju ferð vit hittast til sama endamál, so væntanti røkka vit á mál hesu ferð.Hetta verður eitt ordiliga gott veitslukvøld við døgurða og øllum góðum afturvið – so vónandi møtur ein hópur av songglaðum fólkum upp. Kostnaðurin er 120kr, skal gjaldast á konto 9181 4482370. Og ballið byrjar tíðliga, kl. 18. Vit ætla at fara í gongd at syngja beinanvegin, so at vit fáa góða tíð at hugna okkum aftaná.  Síggjast í húsum Starvsmannafelagsins leygarkvøldið:)

 

Tags: