Síðsta dansikvøld á hesum sinni

Sunnukvøldið 27 apríl er okkara síðsta dansikvøld eftir skránni (man veit aldrin hvat kann hendaJ) . Á skránni hava vit Ólavur Riddararós og Sniálvs vísu, og aftaná kaffisteðgin kvøða vit allan Lorvíks Páll.  Nú hava tit eina løtu til líka at hyggja hann ígjøgnum:)  Vit hava spennandi tíðindi til tykkum, sum vit fara at tosa um í kaffisteðginum. Tað fyrsta er, at vit eru boðin til Skúvoyar at dansa, væntandi verður tað einaferð í mai mánaða, datoin er ikki heilt fastlagdur.  Sumbingar vóru harúti í fjør, vit hava hoyrt nógv um, hvussu fantastiska góður túrur tað.   Tað næsta er, at vit fáa vitjan av einum filmslistamanni í kvøld. Tað er ein franskmaður, sum lesur filmslist í London.  Hann er áhugaður í føroyskum samfelagi og kulturi og sambandi tess við havið, serstakliga við hvalin. Hann vil fegin hava eina upptøku við okkum, vit vita ikki, um tað verður í kvøld, men gott hevði verið um nógv møta.   Vit halda, hetta vera ein sera spennandi og stuttligur endi á okkara dansivetri í ár!   Men, sum tit vita, eru ofta nógv ymisk tittøk um summarið. Hetta fáa tit boð um við sms. Tó hevði verið gott, um tit av og á hyggja inn á heimasíðuna, fyri at kunna tykkum um, hvat nýtt er á skránni.

 

Tags: