Føroyingasøga og Skúvoyggin

Mynd: Óli A. Reinert á Geilini

 Tað er nú einaferð so, at Skúvoyggin, og tað sum har er fyrifarist, er  ein rættiliga týdningarmikil partur av føroyingasøgu. Skúvoyarbrøðurnir Brestir og Beinir eru høvdingar í oynni um somu tíð, sum Havgrímur er høvdingi í Suðuroy. Sum kunnugt kemur illstøða í millum Havgrím og skúvoyarbrøðurnar, og henda illstøða endar so við orrustini í Dímun, sum vit kvøða um í Brestis kvæðinum.

 

Sigmundur og Tórur eru tá smádreingir. Teir sleppa undan at verða dripnir, hóast Tróndur hevði aðrar ætlanir,tí Bjarni, sum er høvdingur í Svínoy og móðirbróðir Tróndar, leggur seg ímillum. Tróndur tekur fyrst dreingirnar til Gøtu, men sendir teir síðani av landinum til Noregs, har teir vaksa til mans. Tá Sigmundur kemur aftur til Føroya at boða kristna trúgv, situr Øssur Havgrímsson á garðinum í Skúvoy. Sigmundur fer við nógvum monnum til Skúvoyar at taka garðin aftur, og har verður orrusta millum hann og Øssur Havgrímsson. Hesa orrustu kvøða vit um í triðja tátti í Sigmunds kvæðinum eldra. Øssur man hava kent tokka til hesa oyggj, har hann hevur búð, tí tá Øssur er deyðasærdur biðjur hann Sigmund jarða seg vesturi á Drangi, og hetta játtar Sigmundur honum. Í kvæðinum kvøða vit:

 

“Tað bøn skalt tú av mær tiggja,                                                                                                         

vesturi á Drangi skalt tú liggja”.                                                                                                               

 

 Tað var Øssurs síðsta orð:                                                                                                                             

”Høvdið skal venda mót Grønuskor.

 

 Føturnir til og høvdið frá,                                                                                                                            

so eg má aftur í skorina sjá”.

 

Sum kunnugt verður so Sigmundur sitandi á garðinum í Skúvoy, til hann má rýma undan Trónda og monnum hansara, tá teir seta eld á. Sigmundur varð dripin suðuri í Sandvík, men lík hansara man seinni verða ført til skúvoyar, tí grøv Sigmundar er í kirkjugarðinum í Skúvoy, og er hon eitt upplagt stað hjá kvæðafólki og øðrum at vitja.

 

  Einkjan eftir Sigmund, Turið megineinkja kallað, situr so á garðinum við hevnd í huga og leggur upp ráðagerðir.  Áarstovuskaldið úr Havn, Janus Djurhuus, viðger júst hetta evnið í yrkingini “Túsund røddir kvøða”, sum ber heitið “Megineinkjan kvøður”.  Í yrkingini situr megineinkjan við sorg í barmi og brennur av tráan eftir at hevna deyða Sigmundar. “.....Meðan sárin´ bløða, klekir ørnabøða svørð til svangan fund”, sum vit lesa.

 

Í “Gøtuskeggjum” verður so hevndin útint. Svár man hon kortini hava kenst megineinkjuni, tí soleiðis verður sagt í Gøtuskeggjum:

 

Upp leyp reysti gøtuskeggi,                                                                                                                              

 snarliga sær vendir.                                                                                                                                                  

Trívur spjót úr vølli upp                                                                                                                                 

og gjøgnum Hergeir sendir.

 

 

 

Her sær hon son sín verða dripnan fyri eygunum á sær, og má tað hava nívt hennara móðirhjarta. Kvæðið um gøtuskeggjarnar ger tó ikki meiri burtur úr megineinkjuni, men vit kunnu hugsa okkum, at tað eisini man hava kenst henni svárt, tá hon einaferð  seinni fær at vita, at hevndin er útint, og gøtuskeggjarnir dripnir. Tá fær hon samstundis deyðsboðini av einum øðrum av synum sínum. Brandur Sigmundsson verður dripin í bardaga við gøtuskeggjarnar, og Steingrímur hevur mist aðra knæskelina og er vorðin lamin.

 

Tað er tí ein dýrt goldin hevnd, men her kunnu vit einans lata hugan reika, og sjálvi gera okkum okkara tankar.

 

Skúvoyggin goymir mangar søgur, sum ofta og tíðum verða havdar á lofti tá farið verður upp á gólv, og vit stíga dansin so treystliga. Hon er tí verd eina vitjan, so tankarnir kunnu sveima íkring í tí sama umhvørvi og á somu støðum, sum mangir av hesum tilburðum hava verið. Ein spennandi oyggj at vitja.

 

Tags: