Skúvoyarferðin hjá Tøkum Lætt

Í samband við Skúvoyarferðina hava vit leigað Jósup at sigla okkum beinleiðis til Skúvoyar leygardagin og heim aftur sunnudagin. Jósup tekur 70 passagerar, tað er eitt stórt skjóttgangandi skip, so her er ongin vandi fyri sjóverki! Túrurin tekur undir ein tíma. Rutan til Gomlu Rætt fer av farstøðini kl. 12,45 og Jósup siglur av Gomlu Rætt kl. 13,05, ella tá rutan er komin.  Vit fara heimaftur sunnudagin millum kl. 13 og 14. Tað sær eisini út til, at vit fáa fínasta veður, turt og lýtt og ongin vindur. Túrurin aftur og fram við Jósup kostar 250 kr. Harí er íroknað ein gáva, sum felagið gevur skúvoyingum. Skúvoyingar eru blíðir og ætla at hýsa so nógvum sum til ber. Har eru tó ikki so nógv hús at tey klára okkum øll, men tey hava sett skúlan til rádigheit, har eru nokk av madrassum, so nøkur mugu hava soviposa við sær. Um tað er onkur, sum ikki hevur teknað seg enn, men kundi hugsa sær at komi við, so er enn pláss eftur, tit skulu vera hjartaliga vælkominJ

Tags: