Kunning um ársveitsluna

Sum kunnugt er okkara ársveitsla  tann 22. nov. Gestir okkara eru Stígum Fast, Leikum Fagurt og fólk úr Skúvoynni. Veitslan byrjar kl. 19 og farið verður til borðs kl. 19.30.  Hesi eru kvæðini, sum feløgini ætla at leggja út við:  Tøkum Lætt tekur Lorvíks  Páll, Stígum Fast tekur Engang det sig nu hænde, Skúvoyingar taka Leivs kvæði og Leikum Fagurt tekur Kjartan Ólavsson 1. part . So nú hava øll ein møguleika at hyggja uppá hesi kvæðini:) Vit dansa í Skansastovu nú sunnukvøldið 16. nov, tá fara vit at "trena" Lorvíks Páll.  Tá er eisini seinasti møguleiki at tekna seg til veitsluna.  Vit gleða okkum til eina góða og stuttliga veitslu!

 

 

Tags: