Vit venja til sjónvarpsupptøkur

Sjónvarpið fer at gera upptøkur av føroyskum dansi  tann 24. januar 2015. Tøkum Lætt og Dansifelag Kaggans hava avgjørt at dansa og kvøða saman til hesar upptøkurnar. Tíðin er stutt, og tí hava vit valt nøkur kvæði, sum vit plaga at kvøða, tey  skuldu  verið løtt at fríska uppaftur.  Tað er umráðandi, at tey, sum ætla sær at verða við til upptøkurnar,  luttaka hesi  kvøldini, tá vit venja.  Komandi sunnukvøld 14 des. er okkara seinasta dansikvøld áðrenn jól, tá fara vit at repetera hesi kvæðini.  Vónandi koma nógv fólk, eisini um tey ikki ætla at verða við til upptøkuna:) Ein lítil broyting er í skránni, tí ístaðin fyri Vilmund kvæði taka vit Strongirs vísa, fyrra part.

 Skráin:

Kjartan Ólavsson, fyrsti táttur, 31 ørindi         Helga Hermansen

Stærke Tidrik,                              29 ørindi         Roar Olsen

Strongirs vísa, fyrra part                                     Jóna Müller

Agape og Eros,                            19 ørindi          Regin Eikholm

Kong Sverke,                              40 ørindi          Herluf Gaard Joensen

 

  

 

 

 

 

 

 

 

 

Tags: