Trettanda kvølds dansur í Sjónleikarahúsinum

Óli A. Reinert á Geilini's picture

Aftur í ár skipar Tøkum Lætt fyri trettanda dansi í sjónleikarahúsinum. Dansurin verður leygarkvøldið 10. januar og byrjar kl. 10.

Tá liðið er eitt sindur á náttina verður matur at fáa, har tað ber til at njóta ein  drekkamunn við smurdum breyði afturvið.

Hetta er eitt afturvendandi tiltak, ið vanliga er væl umtókt millum dansifólk. Sum kunnugt, so er 13. kvøld jóla 6. januar, sum í ár er týsdagur. Tær modernaðu tíðirnar gera tað tó næstan ómøguligt at hava dans mitt í vikuni, so tí verður dansurin eitt leygarkvøld.

Á trettanda leita kóparnir upp á land; teir lata seg úr haminum og líkjast tá fólki. Síðani dansa teir á helluni við sjóvarmálan  og halda sær á gleimi alla náttina. Soleiðis sigur søgnin, og øll eru vælkomin í Sjónleikarahúsið at dansa og halda sær á gleimi saman við vinum og kenningum og øðrum dansiáhugaðum.

 

"Alt tað gull, ið risin eigur,

liggur í einum kassi...."

 

Hornið setti hann á sín munn,

tá blæs hann so harðan...

 

Sjúrður loypur á Grana bak

morgun ein so snimma...

 

....tá var hjartað í gøtumonnum

rætt sum kavi kreymar.

 

Grettir loypir í gásaflokk

við sínum snørum beinum....

 

Bílætið kom á tingið inn,

varð borið av fimtan monnum....

 

...lunnar brustu og jørðin skalv,

teir drógu knørr úr neysti.

 

"lat meg sova á tínum armi

ríka jómfrúa."

 

Vælkomin í dans!

Tags: