Kyndilsmessudansurin á Eiði, tekningarlistin liggur frammi
Vit dansa í Skansastovu nú sunnukvøldið 1. februar. Skráin hjá okkum er blivin eitt sindur órógvað vegna sjónvarpsupptøkurnar. Vit ætla fyrst at taka tað, sum stendur á skránni fyri kvøldið, men fara eisini at royna at taka afturí tað, sum ikki er blivið kvøðið hesar seinastu vikurnar. Samstundis er síðsti møguleiki at tekna seg til kyndilsmessudansin á Eiði, sum verður komandi leygardag 7. februar. Vegna nógva aktivitetin í seinastuni eru vit eitt sindur sein, tí er neyðugt, at tey, sum ætla sær við, tekna seg sunnukvøldið. Sum øll eftirhondini vita, er hetta eitt av hæddarpunktunum í okkara dansi, eitt sera hugnaligt og gott dansikvøld eisini:) Bussurin koyrir frá Skansastovu kl. 18.45
- Rita inn ella skráset teg til at gera viðmerkingar