Føstulávintsdansurin á Reinsarínum
Føstulávintsmánakvøld varð dansað á Reinsarínum. Dansurin byrjaði stutt eftir kl. 9 um kvøldið og endaði eitt sindur eftir midnátt. Væl av fólki møtti til dansin, og sigast kann, at hann hepnaðist væl. Úr rúgvuni av kvæðum, ið vórðu kvøðin, kunnu nevnast Regin smiður, Harra Pætur og Elinborg, Sigmunds kvæði yngra, Leivur Øssursson, Ólavur Riddararós, Brestis kvæði, Gudbrands kvæði og onnur.
At enda taldu vit jólini. Tær tríggjar vísurnar, Mær gav sankta Mortan, Stat op santa Simeon og Bjerget i skoven, vórðu kvødnar. Nú er so hesin dansiveturin liðugur, og føstan er byrjað.
Annars kann sigast, at hølini eru hugnalig og væl egnað til føroyskan dans, so hetta er eitt tiltak, ið kanska verður tikið uppaftur komandi ár.
Ætlandi verður tó dansað aftur á Reinsarínum longu annað páskakvøld í ár.
- Rita inn ella skráset teg til at gera viðmerkingar