Tiltak um Kópakonuna
Í samband við Norðoyarstevnuna og tiltakið hjá Sláið Ring um Kópakonuna ætla vit í Tøkum Lætt at fara til hetta tiltakið, sum verður fríggjadagin 5, juni. Vit hava matpakka við og hugna okkum eina løtu áðrenn tiltakið byrjar. Vit koyra frá Skansastovu kl. 16,30. Minnist til matpakkan. Tit, sum hava hug at koma við, ringið ella sendi sms á tlf 515152–214242–229593-221921 skjótast gjørligt.
Kunning frá Sláið Ring: Nú Sláið Ring einki tiltak hevur havt í mai, tóku vit stig til at hava eitt tiltak um kópakonuna á Norðoyarstevnu 5.juni. Sama kvøld hevur Klaksvíkar Dansifelag almennan føroyskan dans.
Fríggjakvøldið 5.juni kl. 20.00 verður tiltak um kópakonuna. Tiltakið verður í Skálanum í Klaksvík.
Á Skránni verða hesir fyrilestrar:
Mikladalur, søga og søgn: Eyðun Eliasen, uppvaksin í Mikladali
Kópakonan í alheimsligum samanhangi: Enna Garðshorn Mikkelsen,
etnologur og Rithøvundur
Kvívíks Jógvan, ið yrkti kópakvæði: Petur Jacob Sigvardsen, heiðursdóktari
Tiltakið endar við, at vit fara uppá gólv at kvøða Kópakvæði. Jóngerð Midjord skipar.
Eftir tiltakið frá kl. 22.00 skipar Klaksvíkar Dansifelag fyri almennum føroyskum dansi.
Øll eru hjartaliga vælkomin
Vegna
Sláið Ring
Jónleif Johannesen
- Rita inn ella skráset teg til at gera viðmerkingar