Aðalfundur í Tøkum Lætt
Latið inn hevur Jóna Maria hin Mán, 05/10/2015 - 10:38
Nú kvøldini gerast myrk og long fer føroyski dansurin aftur í sving. Vit í Tøkum Lætt bjóða øllum áhugaðum at vera við. Miðja verður eftir at hava skránna so fjøltáttaða sum møguligt við styttri vísum og tættum aftrat teimum longu kvæðunum. Tiltakið er sostatt bæði fyri roynd og óroynd. Aðalfundur var í Tøkum Lætt sunnukvøldið 4. oktober og nógv fólk var møtt upp til fundin. Okkara fyrsta dansikvøld verður nú sunnukvøldið tann 11. okt. kl. 20 í Skansastovu, og har er bara eitt kvæði á skránni, tað er: Dronning Dagmars død. Annars verður ein skrá sett saman og send út til allar limir í aðru viku. Men sum altíð í Tøkum Lætt er orðið frítt, øll eru vælkomin at kvøða tað, sum teimum lystir! Vælkomin í dans
- Rita inn ella skráset teg til at gera viðmerkingar