Kvæðaupptøkur til sjónvarpið

Sum tit vita, verða upptøkur til sjónvarpið leygardagin tann 23. januar 2016. Í hesum sambandi fara vit at møtast nakrar ferðir, fyri at venja tað, sum vit skulu kvøða. Fyrstu ferð verður nú mikukvøldið 6. Januar kl. 19, og hesa ferð verður tað í Perluni í Tórsgøtu. Vit finna okkurt annað stað til næstu ferð, tað frætta tit seinni, vit leggja tað út á heimasíðuna. Okkara ískoyti til upptøkuna verður: Rudisar vísa, Símun Hansen skipar, Vælkomnir føroyingar, Poul Johs. Johansen skipar og Ólavur Riddararós, Turid Sigurðardóttir skipar... Tit finna øll hesu kvæði á okkara heimasíðu.

Tags: