Dansikvøld saman við Dansifelag Kaggans

Komandi sunnukvøld 17. 01.16 kemur Dansifelag Kaggans heim til okkum í Skansastovu at vitja, har vit so fara at hava eitt felags dansikvøld. Skráin hjá teimum sær soleiðis út: En gang det sig nu hændte – Bjarni,  Brestiskvæði – Herluf,  Guttormsvísa – Regin,  Ved Christiansand – Anna og Sunniva. Skránna hjá Tøkum Lætt finna tit undir skrá her á Tøkum Lætt. Men vit kunnu gott nevna, at Skrímslið, Gøtuskeggjar og Bjarnabani er tað, sum vit fara at kvøða. Vit høvdu eitt felags dansikvøld í fjør eisini, tað var stak hugnaligt, so vit gleða okkum:)

 

Tags: