Landsdansistevnuni 2016, broyttur kvæðalisti og skrá
Kl. 16,30: Dansifeløgini møtast í Vágstúni har vit kvøða 1 ella 2 stuttar vísur, síðani ganga vit niðan í Skálan, Bøgøta 11. Um veðrið ikki er til vildar, møtast vit í Skálanum í staðin fyri. Skálin er opin frá kl. 16, har vit fáa útflýggja atgongumerkini. Borðhaldið verður kl. 18 í Badmintonhøllini (liggur beint niðanfyri Skálan). Aftaná borðhaldið verður farið í Skálan at dansa, har kunnu vit eisini keypa drykkivørur. Kl. 02,00 verður morgunmatur í Badmintonhøllini.
| 1. Kópakvæði 2. Tróndar kvæði | Klaksvíkar Dansifelag Jómsvíkingar | 
| 3. Regin smiður 4. Í Skopun býr ein menskur mann 5. Sigmunds kvæði nýggja 6. Gøtuskeggjar 7. Hafburd Konge | Dansifelagið í Havn Dansifeløgini á Sandoynni Sumbiar Dansifelag Eysturoyar Dansifelag og Tøkum Lætt Látrið og Norðstreymoyar Dansifelag | 
| 8. Guðbrandskvæði | Dansifelag Kaggans | 
| 9. Einar Suðring 10. Huldugentan | Vága Dansifelag Tvøroyrar Dansifelag | 
| 11. Fuglakvæði 1. Lut | Nólsoyar Dansifelag | 
| 12. Jalgrímskvæði | Fótatraðk | 
| 13. Sambandsfall | Ung í dans | 
| 14. Hr. Pætur & Elinborg | Suðuroyar norð. helvt | 
- Rita inn ella skráset teg til at gera viðmerkingar