Submitted by Jóna Maria on Sun, 02/03/2025 - 00:51
Nú er føstan also komin, og sunnukvøldið 2. mars er so okkara seinasta dansikvøld á hesum sinni. Stuttligt hevði verið, um nógv møta upp, so vit kunnu enda við einum rimmar dansi:) Vit síggjast sunnukvøldið kl. 19.30
Submitted by Jóna Maria on Tue, 28/01/2025 - 14:13
Bussurin koyrir kl. 17.50 frá rennibreytini
Sum formaðurin greiddi frá síðsta dansikvøld, so eru nógv ymisk tiltøk hjá okkum fyri framman! Vit fara at bíða eitt sindur við øllum teimum til næstu viku, nú fara vit bara at tosa um Eiðistúrin:)
Submitted by Jóna Maria on Sun, 17/11/2024 - 14:21
Tístrams táttur var á skránni síðsta sunnukvøld, men var ikki kvøðin tá og verður tí kvøðin í kvøld. Og danska brúðarvísan verður eisini tikin í kvøld. Tekningarlistin til hugnakvøldið liggur frammi.
Submitted by Jóna Maria on Thu, 07/11/2024 - 18:59
Komandi dansikvøld, sum er sunnudagin 10. november, fara vit at kvøða 16 ørindi av donsku brúðarvísuni. Joen Remmer skipar, vónandi koma nógv at stuðla hann:)