Greinar

Articles of interest and news.

Mynd: Óli A. Reinert á Geilini

Føroyskur dansur á Reinsaríðnum 2. páskakvøld

Føroyskur dansur verður á Reinsaríðnum 2. páskakvøld.

 Dansurin byrjar klokkan 21:00, og øll eru vælkomin.

Tags: 

Dansitúrurin til Suðuroyar

Hey tit, vit í Tøkum lætt og dansifeløgini í Suðuroy hava tosað saman um hvat kundi hugsast at blivið kvøðið, tá vit koma suður. Vit leggja nú nøkur av kvæðaynskjunum út her á okkara fb bólk, so kunnu tit hyggja uppá tað og kanska repetera,um hugur er til tað.

Tags: 

Dansitúrurin til Suðuroynna

Vit eru nú í ferð við at gera avtalur við hotel, matstovu og bussar har suðuri. 
Tags: 

Dansitúrur til Suðuroynna

Arbeitt hevur verið við einum túri til Suðuroynna eina tíð, og nú er alt við at vera uppá pláss!
Tags: 

Seinasta dansikvøld áðren føstu

Sum eg skrivaði her fyri nøkrum døgum síðani, er sera nógv á skránni fyri tíðina. Tað, sum er eftir enn, er dansurin í Reinsarínum leygarkvøldið 18. februar. Og so ynskja fólk eisini at fáa seinasta dansikvøld í Tøkum lætt við! Tað vilja vit eisini gjarna, so vit dansa í Skansastovu sunnukvøldið 19. februar kl. 19.30.
Tags: 

Føroyskur dansur á Reinsarínum

Dansurin í Reinsarínum, sum Tøkum lætt skipar fyri leygarkvøldið 18. februar, var fyrr lýstur at byrja kl. 20.
MEN hann er nú broyttur til at byrja kl. 21.

Tags: 

Dansikvøld við Eysturoyar dansifelag

Vit eru boðin inn í Hæddina at dansa saman við Eysturoyar dansifelag nú fríggjakvøldið tann 10. februar, dansurin byrjar kl. 21. Hetta er eitt vanligt dansikvøld hjá teimum, har vit í pausuni verða bjóðaði einn drekkamunn saman við teimum.

Tags: 

Kyndilsmessudansur á Eiði

Hey tit, her kemur info um Eiðistúrin, sum dansifelagið á Látrinum skipar fyri. Sum fyrr sagt verður hann nú leygardagin tann 4. februar. Bussur koyrir av rennibreytinin kl. 17.45, stundisliga.

Tags: 

FØROYSKUR DANSUR Í SKANSASTOVU SUNNUKVØLDIÐ 29. JANUAR KL. 19.30

Vit dansa sunnukvøldið 29. januar kl. 19.30. Vit fara m.a. at tosa um túrin til Eiðis, sum verður komandi leygarkvøld tann 4.

Tags: 
Mynd: Óli A. Reinert á Geilini

Øll eru vælkomin í dans hjá Tøkum Lætt sunnukvøldið 15. januar

Vit gleðast um, at trettandakvøldsdansurin, sum Tøkum Lætt skipaði fyri í Sjónleikarahúsinum, eydnaðist so væl. Nógv fólk høvdu leitað sær í dans hetta kvøldið, og gekk dansurin av tí besta.

 

Tags: 

Síður

Subscribe to RSS - Greinar