Dansa fyri (og við) turistum

Góðu limir, vit dansa aftur fyri turistum nú mikukvøldið 9. august á hotel Føroyum. Sum eg greiddi frá síðst, so verður bara vanligur føroyskur dansur við løttum kvæðum, so øll kunnu vera við:)
Tey flestu eru í føroyskum klæðum, men onkrir menn eru í vanligum svørtum buksum, og onkrar kvinnur brúka ikki turruklæð.
Gott hevði verið, um tit kunnu siga okkum her á fb limum, um tit koma við, so sleppa vit undan at sita og ringja til so nógv. Tað ber tó eisini til at ringja ella smsa okkum.
Og minnist til ØLL eru vælkomin við, tað er bara vanligur føroyskur dansur, ikki dansispøl.
Vit møta upp í forhøllini á hotel Føroyum mikukvøldið 9. august kl. 20.30
Tags: