TØKUM LÆTT BOÐIÐ Í ÁRSVEITSLU

Tøkum lætt er saman við Klaksvikar dansifelag bjóðað í ársveitslu hjá Norðstreymoyar dansifelag. Tað er samstundis teirra 50 ára føðingardagur, so hetta ljóðar sera spennandi. Tað er ikki á hvørjum degi dansifeløg kunnu hátíðarhalda teirra 50 ára stovningardag, og vit eru takksom fyri at vera við at halda henda stóra dagin:)
Veitslan verður leygdarkvøldið 21. oktober í Kvívík, so tað er ikki so longi til. Vit fara at biðja tykkum melda tykkum til á fb síðuni hjá Tøkum lætt limir, tað hevði verið tað nemmasta fyri okkum øll:)  Men um tað ikki ber til, so kunnu tit senda okkum eitt sms.
Tags: