Greinar

Articles of interest and news.

Óli A. Reinert á Geilini's picture

Aðalfundurin í Tøkum Lætt

Sunnukvøldið 5. oktober var aðalfundur í Tøkum lætt. Fundurin var í Skansastovu, og skráin var sambært lógini.

Tey, sum stóðu fyri vali í teimum ymisku nevndunum, vórðu øll afturvald, so har vóru ongar broytingar.

 

Tá tey formellu viðurskiftini vóru avgreidd, varð tosað um mangt og hvat.

 

Rasmus kunnaði um nøkur mál, ið Sláið Ring arbeiðir við.

Hann upplýsti, at útvarpið søknast eftir nýggjum upptøkum av føroyskum dansi, og upptøkum av kvæðum, ið ikki hava verið at hoyrt í útvarpinum áður.

Tags: 
Óli A. Reinert á Geilini's picture

Dansur Í Kvívík

Nú byrjar dansiveturin aftur, og í Kvívík verður lagt fyri við dansi í kvøld, 27. septembur kl. 21.

Tað er Norðstreymoyar Dansifelag, ið skipar fyri, og ætlandi verður eitthvørt til matna um midnáttarleitið.

 

Í sambandi við dansin fer bussur frá Skansastovu í kvøld kl. 21.30.

Hetta plagar at vera eitt gott dansikvøld, og øll eru vælkomin.

Tags: 
Óli A. Reinert á Geilini's picture

Føroyingasøga og Skúvoyggin

 Tað er nú einaferð so, at Skúvoyggin, og tað sum har er fyrifarist, er  ein rættiliga týdningarmikil partur av føroyingasøgu. Skúvoyarbrøðurnir Brestir og Beinir eru høvdingar í oynni um somu tíð, sum Havgrímur er høvdingi í Suðuroy.

Tags: 

Kvæðatúrurin

Hey tit, vit fara aftur komandi sunnukvøld 18/5 kl. 20,00 í Skansastovu at "repetera"Kjartan Ólavsson

Tags: 

Kvæðatúrurin

Komandi sunnukvøld 11/5, kl. 20,00 fara vit í Skansastovu at "repetera" Kjartan Ólavsson, sum Tøkum Lætt skal kvøða á kvæðatúrinum til Íslands.Komið!  Gott í tykkum :)

Tags: 

Barnadansistevnan 2014

 

Tags: 

Hugnakvøld á Boðanesheiminum

Mikukvøldið 29. januar vitjaði eitt mannsterkt lið úr dansifelagnum Tøkum Lætt nýggja stásiliga ellisheimið, Boðanesheimið, í Havn og undirhelt búfólkið við vísum, kvæðum dansi, og eisini vóru søgur sagdar. Ikki var neyðugt hjá nøkrum at ivast í, at búfólkini hugnaðu sær og livdu við í dansinum og kvæðunum. Jú víst livnaðu tey rættuliga upp, og nøkur teirra hættaðu sær framm á gólv og upp í ringin og dansaðu og kvóðu við, tað tey orkaðu, summi við góðum styrki frá teimum framúr fittu starvsfólkunum.

Tags: 

Ð

eitt Ð ov nógv

Tags: 

Føðingardagurin hjá Sláið Ring

Tags: 

Trettandakvølds dansur 11.01.14

Eftir at hava smurt eina rúgvu av breyði og kókað enn fleiri egg til dansifólkið, hittust vit aftur í sjónleikarahúsinum um kvøldið, at dansa og kvøða.Vit hildu á til umleið kl. 4 , so kvøldið var gott.Nú leygarkvøldið fara vit aftur at dansa, tí Sláið Ring hevur boðið øllum dansifeløgum í sín 35 ára føðingardag.

Tags: 

Pages

Subscribe to RSS - Greinar