Greinar

Articles of interest and news.

Mynd: Óli A. Reinert á Geilini

Barnadansurin sunnukvøldið 24. oktobur er avlýstur

Nú korona aftur ger um seg í Føroyum, er barnadansurin sunnukvøldið 24. oktobur avlýstur.

Tags: 
Mynd: Óli A. Reinert á Geilini

Barnadansurin byrjar nú aftur í Tøkum Lætt

Barnadansurin byrjar nú aftur í Tøkum Lætt. Sunnukvøldið 24. oktobur er fyrsta dansikvøld, og dansurin byrjar klokkan 18:30. Hann varar uml. ein tíma, og í steðginum verður okkurt søtt at leggja á tunguna. Eisini verður søga lisin fyri børnunum.
Tags: 
Mynd: Óli A. Reinert á Geilini

Dansurin saman við skúlanæmingunum er útsettur 1 tíma

Av tí, at landsdystur er í kvøld (12. oktubur), er dansurin saman við skúlanæmingum úr Danmark útsettur 1 tíma. Dansurin byrjar klokkan 21:00

Tags: 
Mynd: Óli A. Reinert á Geilini

Skúlanæmingar úr Danmark dansa saman við Tøkum Lætt

Týskvøldið, 12. oktobur, koma skúlanæmingar úr Danmark at dansa saman við Tøkum Lætt. Tey ganga í 9. flokki og verða við lærarum uml. 25 fólk. Øll eru vælkomin í dansin og tey ungu í Tøkum Lætt hava her høvi at hitta onnur ung og kunnu kanska eisini leggja teimum lag á, hvussu dansað verður. Ein matarsteðgur verður, har fólk kunnu hugna sær við práti og einum drekkamunni. Dansurin byrjar klokkan 20:00.

Tags: 
Mynd: Óli A. Reinert á Geilini

Bussur fer til Kvívíkar í samband við dansin 9. oktobur

Dansur verður í Kvívík leygaekvøldið 9. oktobur. Tøkum Lætt skipar tí fyri busssambandi til Kvívíkar hetta kvøldið, og bussurin fer frá rennibreytini í Gundadali klokkan 20:50. Øll eru vælkomin.

Tags: 
Mynd: Óli A. Reinert á Geilini

Landsdansistevnan, sum Tøkum Lætt og Dansifelagið í Havn skipa fyri

Enn ber til at tekna seg til Landsdansistevnuna, men tað má gerast skjótt. Tit melda tykkum til við at flyta 300 kr.  á kontu 9181 4482370 í betri banka. 

Stevnan verður 21. august

Tags: 
Mynd: Óli A. Reinert á Geilini

Landsdansistevnan 2021

 

 

lANDSDANSISTEVNAN verður í Havn tann 21-08-2021 í Sjónleikarhúsinum og í Dansifrøði ella Høllini á Nabb

 

Tags: 
Mynd: Óli A. Reinert á Geilini

Dansað verður aftur sunnukvøldið 16. mai.

Dansur verður aftur í Skansastovu sunnukvøldið 16. mai
Tags: 
Mynd: Óli A. Reinert á Geilini

Eingin dansur í kvøld, 9. mai.

Boðast skal frá, at eingin dansur verður í Tøkum Lætt í kvøld.
Tags: 
Mynd: Óli A. Reinert á Geilini

Havið gott stev, nú vilja vit dansa..

Seinasta sunnukvøld var dansur í Tøkum Lætt, og nógv fólk møttu upp. Kvæðini rungaðu undir lofti, og ikki vórðu skógvarnir spardir.
Tags: 

Síður

Subscribe to RSS - Greinar