Submitted by Óli A. Reinert ... on Tue, 07/01/2020 - 14:20
Nú farið er um trettanda kvøld jóla, skipar Tøkum Lætt aftur í ár fyri tí vælumtókta dansinum í S
Submitted by Jóna Maria on Sat, 04/01/2020 - 22:01
Dansurin byrjar aftur nú sunnukvøldið kl. 19.30
Tann 25.januar verða okkara sjónvarpsupptøkur og í tí sambandi fara vit í pausuni at lesa og venja tey kvæði, sum vit skulu taka upp.Vónandi møta nógv upp, so vit fáa eina góða upptøku. Vit kvøða: Brúsajøkil, Vaagenat og Brókatátt til upptøkuna.
Sjálvandi verður eisini kvøðið tað, sum stendur á skránni til tann 5. januar:)
Submitted by Óli A. Reinert ... on Thu, 02/01/2020 - 14:00
Dansað verður aftur 5. januar í Skansastovu.
Submitted by Óli A. Reinert ... on Sat, 14/12/2019 - 22:52
Sunnukvøldið 15. desembur verður jólahugni í Tøkum Lætt.
Submitted by Óli A. Reinert ... on Mon, 30/09/2019 - 19:11
Sunnukvøldið 6. oktobur verður aðalfundur í Tøkum Lætt. Fundurin verður í Skansastovu, og hann byrjar klokkan 20.00.
Dansað verður aftaná.
Submitted by Óli A. Reinert ... on Wed, 21/11/2018 - 17:22
Nú stundar av álvara til veitsluna hjá Tøkum Lætt, nú felagið fyllir 25 ár.
Veitslan verður í sjónleikarahúsinum leygarkvøldið 24. novembur, og hon byrjar stundisliga klokkan 18.00.
Tey, ið hava teknað seg til veitsluna, mugu ti eisini møta stundisliga í góðari tíð.
Á skránni er borðhald við sangi, røðum og undirhaldi. Áftaná verður farið upp á gólv.
Submitted by Óli A. Reinert ... on Sat, 20/10/2018 - 12:07
Nú sleppa børnini aftur at dansa. Barnadansurin í Tøkum Lætt byrjar aftur nú sunnukvøldið 21. oktobur klokkan 18.00. Leggið merki til, at klokkutíðin er broytt. Í mun til í fjør er dansurin framskundaður ein hálvan tíma.
Øll eru vælkomin í dansin, ið varar umleið ein tíma. Tað verður dansað og kvøðið saman við børnunum. Eisini er ein lítil steðgur, har kanska ein søga verður lisin.
Tá barnadansurin er liðugur uml. klokkan 19.00 møtast tey vaksnu til dans.
Submitted by Óli A. Reinert ... on Mon, 01/10/2018 - 16:56
Til dansifeløgini
Álendingar bjóða til Ålek 2019, sum verður á Álandi 14. – 21. juli
Stevnan er skipað í tveimum pørtum:
Ungdomsläger 14. – 16. juli.
ÅLEK 16. – 21. juli.
Um nóg stórur áhugi er, verður skipað fyri felags túri til stevnuna.
Á stevnuni framføra vit dansispøl, sum vit venja frammanundan. Harumframt
verður farið uppá gólv, og tá verður eisini dansað saman við luttakarum úr
hinum londunum.
Tað verður avmarkað tal av luttakarum á stevnuni og hava vit fingið 25 pláss til
Submitted by Óli A. Reinert ... on Wed, 26/09/2018 - 21:50
Leygarkvøldið 29. septembur verður dansur í Kvívík. Í tí sambandi koyrir bussur frá rennibreytini klokkan 21.30.
Sunnukvøldið 30. septembur verður aðalfundur í Tøkum Lætt. Fundurin verður í Skansastovu, og hann byrjar klokkan 20.00. Eftir aðalfundin verður farið upp á gólv eina løtu.
Submitted by Óli A. Reinert ... on Mon, 08/01/2018 - 20:34
20. januar eru vit boðin til Kvívíkar í veitslu hjá Norðstreymoyar dansifelag.
Tey, sum ætla sær við í veitsluna, verða biðin um at flyta 150 kr. á kontu 9181 4482370 skjótast til ber og í seinasta lagi 14. januar.
Seinni fæst at vita nær bussurin koyrir norður til Kvívíkar.
Pages