Skúlanæmingar úr Danmark dansa saman við Tøkum Lætt

Óli A. Reinert á Geilini's picture

Týskvøldið, 12. oktobur, koma skúlanæmingar úr Danmark at dansa saman við Tøkum Lætt. Tey ganga í 9. flokki og verða við lærarum uml. 25 fólk. Øll eru vælkomin í dansin og tey ungu í Tøkum Lætt hava her høvi at hitta onnur ung og kunnu kanska eisini leggja teimum lag á, hvussu dansað verður. Ein matarsteðgur verður, har fólk kunnu hugna sær við práti og einum drekkamunni. Dansurin byrjar klokkan 20:00.

Tags: