Landsdansistevnan 2021

Óli A. Reinert á Geilini's picture

 

 

lANDSDANSISTEVNAN verður í Havn tann 21-08-2021 í Sjónleikarhúsinum og í Dansifrøði ella Høllini á Nabb

 

Luttøkugjaldið er kr. 300 fyri hvønn, men í eini roynd at seta ung fólk við er avgjørt at fólk undir 30 rinda kr. 100 hvør.
Limir í Tøkum lætt melda seg til landsdansistevnuna við at gjalda 300 kr (100 fyri tey undir 30) á konto: 9181 4482370 í Betri. Minnist endiliga til at skriva tykkara navn, tá goldið verður.

 

Tilmeldingarfreistin er 25-07-2021

 

Íroknað luttøkugjaldið er:
Døgurði og omaná, vín, øl ella sodavatn (1 stk. pr. høvd) og durasnapsur. Skonkt verður sjálvandi undir borðhaldinum. Barr verður í báðum støðum so møguligt verður at keypa drykkivørur fyri sámuligan prís. Náttmatur er eisini íroknaður og bussar til og frá Sjónleikarhúsinum.

 

Skráin fyri dagin er hendan:

 

Frá kl. 12.00 er Sjónleikarhúsið opið, um fólk hava hug at hittast til eitt prát og okkurt gott til góman.

 

Kl. 16.00 hittast øll í Sjónleikarhúsinum. Síðani verður gingið í felag oman á Vaglið har stevnan verður sett kl. 16.30.

 

Eftir setanina verður farið niðan aftur í Sjónleikarhúsið, og haðani skipa vit fyri flutningi við bussum niðan í Dansifrøði ella Høllina á Nabb.

 

Borðhaldið byrjar kl. 18.00

 

Eftir borðhaldið fara øll oman í Sjónleikarhúsið har dansurin byrjar kl. 21.30

 

Um miðnátt verður nátt-matur at fáa.

 

Kvæðini eru hesi:

 

Jákup á Møn, Jallgrímskvæði, Hoyberatátturin, Brestiskvæði, Viljormur Kornus

Raðfylgjan er ikki avgjørd enn.

 

Tags: