Submitted by Jóna Maria on Sat, 22/01/2022 - 20:10
Góðu limir, vit dansa komandi sunnukvøld tann 23. januar kl. 20. Vit kvøða aftur Grimmer går på gulvet og De røvere tolv. Ætlanin er at taka hasi bæði kvæðinu upp til Kringvarpið, og kanska okkurt annað eisini, tað kunnu vit tosa um:)
Submitted by Jóna Maria on Sat, 15/01/2022 - 20:13
Nú er soo langt síðani vit dansaðu síðst, og vit eru farin at longjast eftir at koma í sving aftur! Løgmaður var í útvarpinum og segði gott fyri at 100 fólk kunnu samlast, so vit hava avgjørt, at dansað verður sunnukvøldið tann 16. Januar kl. 20.
Submitted by Óli A. Reinert ... on Wed, 27/10/2021 - 12:10
Korona ger aftur um seg, og tí er avgjørt at útseta dansin fyribils í eina viku. Ætlandi verður dansað aftur 7. novembur, um tað tá verður hildið ráðiligt.