Submitted by Óli A. Reinert ... on Wed, 04/01/2023 - 20:26
FØROYSKUR DANSUR Í SJÓNLEIKARAHÚSINUM
Leygarkvøldið tann 7. januar kl. 21.30 skipar Tøkum lætt fyri vælumtókta 13. kvølds dansinum í Sjónleikarahúsinum. Hetta er eitt tiltak, sum altíð hevur verið sera væl vitjað. Fólk koma alla staðni frá, bæði frá bygd og bý og dansurin hevur gingið stak væl.
Submitted by Jóna Maria on Mon, 07/11/2022 - 12:14
Hey tit, vit dansa í kvøld kl. 19.30 í Skansastovu. Nú er síðsti møguleiki at tekna seg til hugnakvøldið, sum verður komandi leygarkvøld tann 12. nov. kl. 19. Sum vit skrivaðu í limabrævinum, so bjóðar felagið grýturætt og okkurt gott omaná, allur maturin er ókeypis.
Submitted by Jóna Maria on Tue, 18/10/2022 - 10:35
Barnadansurin byrjar aftur sunnukvøldi 23.10.2022. Vit dansa frá 18.30 og umleið ein tíma fram.
Submitted by Jóna Maria on Mon, 17/10/2022 - 20:29
Felagið Tøkum Lætt bjóðar øllum áhugaðum at vera við.
Submitted by Óli A. Reinert ... on Sun, 09/10/2022 - 14:41
Í hesum døgum eru mangir av okkara limum burturstaddir. Harumframt eru konfirmatiónir, og rokast verður við fjall og fletting. Tað eru tí so mong, ið ikki kunnu koma í dans í kvøld. Tí er dansurin í kvøld avlýstur.
"Nú er tíð til frið at venda, kasta jarn og stál..."
Submitted by Óli A. Reinert ... on Wed, 05/10/2022 - 22:19
Dansur verður í Tøkum Lætt sunnukvøldið 9. Oktobur.
Dansurin byrjar klokkan 20:00, og ætlanin er at kvøða "Grimmar går på gulvet", "De røvere tolv" og Tróndar kvæði. Annars er orðið frítt.
Í matarsteðginum verður onkur søtur biti at leggja undir góman.
Aðalfundurin í Tøkum Lætt verður sunnukvøldið 16. oktobur.
"Kavaguva av fjøllum stóð, rok á firði mól..."
Submitted by Jóna Maria on Fri, 30/09/2022 - 19:48
Í sambandi við dansin koyrir bussur frá rennibreytini klokkan 21.00. Bussurin er ókeypis.
Submitted by Óli A. Reinert ... on Fri, 25/02/2022 - 14:34
Sunnukvøldið 27. februar verður barnadansur í Tøkum Lætt. Hetta er seinasti barnadansurin áðrenn føstuna, og øll eru vælkomin. Tekningarlisti til barnadansistevnuna liggur frammi, so høvi er at tekna seg til stevnuna.
Submitted by Jóna Maria on Wed, 23/02/2022 - 14:13
Nú leygarkvøldið 26. februar verður okkara seinasta dansikvøld áðrenn føstu. Í tí sambandi fara vit at hava eitt hugnakvøld í Skansastovu, tað byrjar kl. 19. Felagið bjóðar turran fisk og spik og eplir og vit fara eisini at smyrja drýl við rullupylsu.
Submitted by Jóna Maria on Wed, 23/02/2022 - 14:10
Vit dansa aftur sunnukvøldið tann 20. februar kl. 20. Hetta er so næstseinasta dansikvøld áðrenn føstu, og nú hava vit eisini dansa nokkso nógv í seinastuni, tað hevur verið ótrúliga gott, at sleppa at dansa aftur! Vit halda fram at venja til upptøku, og so taka vit okkurt av tí, sum manglaði í skránni, t.d. Sambandsfall og Falkarímu. Seinasta dansikvøld áðrenn føstu verður so komandi leygarkvøld tann 26.
Pages