Undir bitum søgur dynja

Mynd: Óli A. Reinert á Geilini

 

Ein kvøða til Tøkum Lætt, nú felagið hevur 30 ár á baki.

 

Tað stendur eitt flagtakt hús við vegin í Hornabø í Havn. Húsagrundin, sum er úr gróti, er málað hvít, men annars eru veggirnir svartir. Eg hevði fingið at vita, at hetta var ”Hornhúsið”, og at har varð dansað annaðhvørt sunnukvøld.

 

Árið er 1993, og eg gangi á handilsskúla í Havn. Tað er um heystið,  og kvøldini myrkna. Eg hugsi við mær sjálvum, at eg skal fara í dans fyrstkomandi sunnukvøld, ið dansur er. Kvæðini høvdu fylgt mær síðani dreingjaárini, og væl dámdi mær ein góðan, føroyskan dans. Eg leiti mær tí oman til Hornhúsið um 10-tíðina eitt sunnukvøld fyri at vita, hvussu vorðið er við hesum dansinum, ið eg hevði hoyrt um. Eg taki varðisliga í klinkuna og opni hurðina. Tað er ein lítil durur við timburveggum, eg tríni inn í, men til høgru handar í durinum er ein onnur hurð. Eg hoyri ongan dans og onga kvøðing og hugsi, at dansurin er helst ikki byrjaður enn. Eitt sindur smæðin gloppi eg hurðina til høgru handar og stígi aftur inn í eitt rúm við timburveggum. Eg síggi, at ein bonkur stendur fram við tí eina vegginum, og at ein grúgva er miðskeiðis í rúminum. ”Gott kvøld”, sigur ein rødd við meg. Eg svari aftur, og sigi somuleiðis ”Gott kvøld”. Eg síggi nú trý fólk koma til sjóndar í einum hurðaropi inn í eitt annað rúm. Framvegis eitt sindur smæðin spyrji eg, um tað er dansur her í kvøld.  Eg fái tá at vita, at dansurin er liðugur; hann byrjaði klokkan 8, og nú ruddaðu tey av,  men eg var vælkomin aftur um 14 dagar, tá tey aftur dansaðu.

 

Tey trý, sum ruddaðu av í hornhúsinum hetta kvøldið, vóru  Poul Gert, Mariann og Marjun. Tey vóru bæði blíð og týð og søgdu, at tey vóru ikki so mong, sum dansaðu, so tað kom væl við, um eg nú eisini kom at dansa saman við teimum. Eg segði teimum, at mær hevði altíð dámað væl føroyskan dans, og at eg ætlaði mær at koma at dansa næstu ferð, og at nú visti eg, at dansurin byrjaði longu klokkan 8 og umbar meg eitt sindur, at eg var møttur so seint hetta kvøldið.

 

14 dagar seinni leiti eg mær aftur í hornhúsið, og nú møti eg til tíðina.  Hetta kvøldið eru tað so nøkur,  ið møta upp.  Poul Gert, Mariann og Marjun hevði eg hitt 14 dagar frammanundan, men annars vóru tað fremmand andlit, eg heilsaði uppá. Tá vit høvdu sitið eina løtu og prátað varð tikið saman til dans í tí minni stovuni í Hornhúsinum. Eg minnist ikki til fulnar, hvørji kvæði vórðu kvøðin, men eg haldi, Poul Gert skipaði Gudbrands kvæði og eg sjálvur Brestis kvæði. Drekkamunnur var eisini at fáa, og var hetta ein hugnalig løta.

 

Vit dansa so nøkur fá sunnukvøld, til  novembur máni nærkast. Tá verða stig tikin til at skipa okkum í eitt felag við viðtøkum at virka eftir. Stovnandi aðalfundur var so í novembur, og samtykt varð, at felagið skuldi eita Tøkum Lætt. Ein nevnd varð vald, og gjørdist Poul Gert fyrsti formaður felagsins.

 

SÍðani tá er nógv vatn runnið í havið. Tá Poul Gert fór í starv uttanlands eftir at hava verið formaður í  eini tvey – trý ár tók Andrias við sum formaður og hevur verið tað líka síðani. Tøkum Lætt hevur verið virkið øll árini,  og víða um hava vit ferðast. Ta fyrstu tíðina vóru vit ikki so mong, men tíðin var hugnalig. Vit hildu til í hornhúsinum, og eg haldi sjálvur, at tað var eitt gott stað at dansa. Timburveggirnir og tann eitt sindur forni húsroykurin, ið fylti tey skýmligu rúmini við einum brá av ævintýrum og sagnaljóma, hóskaði væl til tær fornu søgur, ið dynjaðu undir bitunum, meðan dansurin gekk og kvæðini vórðu kvøðin.

 

So við og við koma vit betur at kenna hvønnannan, og tað var ikki so sjáldan, at onkur bjóðaði øllum heim til sín aftan á  dansin, har vit so hugnaðu  okkum eitt sindur longri út á kvøldið. Vit fingu eisini samband við onnur dansifeløg og vórðu boðin í veitslu hjá teimum. Minnist meg rætt, so var tað Dansifelag Kaggans, ið fyrst bjóðaði  Tøkum Lætt í veitslu, og var hendan veitslan í kjallaranum í Kagganum beint undan føstulávint í 1994.

 

Tøkum Lætt hevur eisini ferðast nógv  út á bygdirnar, og haldi eg, at fyrsti túrurin var til Dals saman við Fótatraðk, sum er dansifelag hjá útisetum niðri í Danmark. Har dansaðu vit so saman við dalbingum og lógu eisini nátt í Dali – kanska tvær.

 

Í juli 1994 var ein ráðstevna hildin heima á Sandi. Tað var í sambandi við, at liðin vóru 200 ár, síðani kvæðasavnarin Jóannes í Króki varð føddur. Hetta var ein ráðstevna um kvæðir og kvæðaskaldskap, og umframt føroyskar granskarar komu eisini granskarar úr øðrum londum  til Sands á hesa stevnuna og hildu fyrilestrar. Stevnan skuldi vara í eini tríggjar ella fýra dagar, og úr Tøkum Lætt vóru vit nøkur, ið hildu hetta vera sera spennandi. Vit fóru til Sands, og í fagrasta summarveðri, í droymandi summardimmi og yndisliga dansandi mjørkaflókum, sum stillisliga sveimaðu um tær grasgrønu eingirnar, livdu vit sum í eini aðrari verð, full av ævintýrum og fornum søgum. Um dagarnar vórðu fyrilestrar hildnir og um kvøldarnar varð dansað. Hetta var ein áhugaverdur og minniligur túrur.

 

 Tøkum Lætt hevur síðani verið í mongum vási. Vit hava dansað við øðrum feløgum, hava ferðast um landið og notið góðan blíðskap frá bygdarfólki og øðrum dansivinum. Tað verður ov drúgt at siga frá øllum, men kortini vil eg loyva mær at siga eitt sindur um nakrar av teimum mongu uttanlandsferðunum, ið vit eisini hava verið á.

 

Í 1996 fóru vit til Íslands. Hetta var fyrsta uttanlandsferð hjá Tøkum Lætt,  og var hetta eisini fyrstu ferð, eg sjálvur var uttanlands. Ferðin hevði fingið undirheitið ”Í fótasporum Grettis og Kjartans Ólavssonar”. Tað var lagt soleiðis til rættis, at vit skuldu vitja á Bjørgum og í Hjarðarholti, har ávikavist Grettir og Kjartan Ólavsson høvdu búð. Bjarni – íslendingurin í Tøkum Lætt – kendi væl Ísland, og var hann frásøgumaður á ferðini. Hjá mær at seta fótin á fremmanda jørð á fyrsta sinni var eisini nakað serligt. Harumframt hevði eg lisið fleiri íslendingasøgur, so nú var spennandi at síggja við egnum eygum nøkur av teimum støðunum, ið eg hevði lisið um í søgunum.

 

Ferðin var ein sonn náttúruuppliving, og væl dugdi Bjarni at greiða frá. At síggja hesar stóru fossarnar í veldigari megi fara bóltandi oman av høgum  homrum fyri síðani at fara skúmandi oman gjøgnum gil og gjáir var ein stórbær og hugtakandi sjón. Gullfossur, Goðafossur og ikki minst Dettifossur sýndu sína sterku og frumkendu megi við einum brølandi brùsi, ið hoyrdist langa leið.

 

Vit vóru á Tingvøllum. Vit vóru á Bjørgum, har Grettir búði, og vit vóru á Hjarðarholti, har kempurnar báðar, Kjartan Ólavsson og Bolli  Tollaksson á sinni hildu til. Eisini vóru vit á Reykholti, har Snorri Sturlason, hin mæti skrivari Íslands, hevði fest á blað so manga søgu. Hetta var ein hugtakandi ferð, sum eg enn minnist afturá við gleði.

 

Árið eftir varð farið á Nordlek  í Finnlandi. Tað er ein norðurlendsk dansistevna, har fólkadansarar úr øllum norðurlondum luttaka. Stevnan skiftir millum londini og verður hildin triðja hvørt ár. Hetta árið var hon so í Vasa í Finnlandi og vóru vit fleiri úr Tøkum Lætt, ið fóru á stevnuna. Hetta var eisini ein hugtakandi ferð, og minnist eg serliga tey nógvu og høgu trøini sum stóðu har so tøtt og reyst , at tað næstan ikki sást millum húsini fyri teimum. Tá stevnan var liðug vóru vit nøkur, ið dvaldu eftir nakrar dagar í Finnlandi. Vit fóru til Helsinki, har vit skuldu gista í nakrar dagar, men eg minnist, at vit á leiðini til Helsinki eisini gistu eina nátt í Tampere. Í Helsinki eru vit nakrar dagar og hyggja okkum um í býnum. Vit fóru millum annað út á Sveaborg, ið er ein skansi, sum varð bygdur á ein ella fleiri hólmar út fyri Helsinki. Vit gjørdu eisini eina dagsferð til Eystlands, og fóru við einari skjóttgangandi tvíkilju, sum sigldi okkum yvir til Tallinn, sum er høvuðsstaður í Eystlandi. Har eru vit so tað mesta av degnum til vit aftur fara til Helsinki við tvíkiljuni.

 

Síðani tá havi vit verið á fleiri nordlekstevnum, men hetta var tann fyrsta. Vit hava ferðast víða um og eru komin so langt eystur sum til Sankta Pætursborg í Russlandi. Tað verður sum áður sagt ov drúgt at siga frá øllum, men kortini vil eg umrøða eina uttanlandsferð aftrat saman við Tøkum Lætt.

 

Sum smádrongur í Svínoy hoyrdi eg fyri fyrstu ferð søguna um Rólant og tólvjavningarnar, sum bardust í Runsival. Henda søga hugtók mítt dreingjasinni, og eg minnist enn, hvussu eg reikaði runt í bønum í Svínoy við træsvørði í hond og herjaði á sóljukopparnar. Eg ímyndaði mær, at sóljukopparnir vóru heidningar og eg var Rólant, sum við Dýrindal í hond feldi teir allar ”hundrað um í senn”.

 

Mítt heimliga Runsival, sum eg sá fyri mær í huganum, var í bønum í Svínoy. Eg hevði tó eisini hoyrt um tað veruliga Runsival, men tað var so langt vekk,  at eg gjørdi mær ikki nógvar tankar um, at eg nakrantíð fór at koma hagar. Kortini eru tað nøkur í Tøkum Lætt, sum átaka sær at skipa fyri einari ferð til Runsival.  Ferðin verður væl fyrireikað og í 2007 verður farið avstað. Ferðin var skipað sum ein bussferð, har koyrt varð við bussi úr Hirtshals og heilt suður í Runsival, sum er í Spanien beint sunnan fyri markið til Fraklands. Siglt verður niður til Danmarkar við Norrønu, og so byrjar bussferðin.

 

 Hetta gjørdist eisini ein minniligur og søguríkur túrur, har vit vitjaðu mong søgulig støð og gistu í fleiri londum. Fyri meg var hæddarpunktið kortini Runsival. Eg minnist,  tá vit høvdu staðið eina løtu og skoða minnissteinin yvir Rólant, at eg leitaði mær burturfrá eina løtu og setti meg inn millum nakrar runnar fyri líkasum at njóta løtuna í friði og lata tankarnar sveima. Har sat eg so og mintist aftur á dreingjaárini, tá eg við træsvørði í hond feldi sóljukoppar í bønum í Svínoy.

 

Jú, mangar ríkar ferðir hava vit verið, og gott er við gleði at kunna minnast aftur á skemtiligar løtur og hugnaliga samveru millum vinir á ferðum uttanlands og í Føroyum. Tá eg tók í klinkuna á hornhúsinum hetta heystarkvøldið í 1993 visti eg ikki, at tað skuldi vera byrjanin til eina ferð, ið skuldi føra meg so langar leiðir, ið eg ikki kundi ímynda mær.  Vit hava vitjað í lágum lonum, men eisini í kongaborgum. Vit hava gingið millum tættbygd hús í smáum bygdum, men eisini  á torgum í stórbýum. Vit hava dansað, vit hava sungið, og vit hava kvøðið.  Ein kvæðaheimur við søgum, sagnum og ævintýrum hevur staðið opin fyri okkum. Vit hava verið á Glitrarheiði og hava sæð ormin skríða av gullinum. Vit hava verið í Brúsa helli og sæð Ormar skræða skeggið av Risanum. Vit hava sæð kópar kasta hamin; kongar hava sitið í hásæti og prinsessur eru vorðnar trúlovaðar. Vit hava staðið í hørðum víggi, men hava eisini verið í álvadansi.

 

Tað er so mangt at minnast afturá, og góð eru rík minni. Nú hava vit júst verið í 30 ára veitslu hjá felagnum. Tað var eitt gott borðhald og góður dansur. Eg vil við hesi heilsan bera tykkum øllum eina stóra tøkk fyri øll hesi árini.

 

Takk fyri, øll somul.

Tags: